Albert vitjaði Hermane í Senegal

Written by runa on 30/06/2019. Posted in Tíðindi

Í mai mánaða kom skipið, sum Albert Abrahamsen á Strondum siglir við, til Dakar í Senegal. Albert setti seg í samband við Barnahjálpina at vita, um hann kundi sleppa at heilsa upp á gentuna, sum hann og konan í fleiri ár hava stuðlað. Tað bleiv ein uppliving av teimum stóru fyri bæði Albert og Hermane. 

Charlotta greiðir frá ferð í Liberia

Written by runa on 12/05/2019. Posted in Tíðindi

Í apríl mánað var Charlotta á Váli Olsen og vitjaði í Liberia. Har hitti hon Fredrick, sum hon hevur verið faddur hjá síðani 2009. Hoyr hana greiða frá ferðini í sending á Bylgjulongd í Lindini

Samrøða í sambandi við vitjan í Liberia

Written by runa on 22/04/2019. Posted in Tíðindi

 – Tað er stuttligt at síggja menningina hjá børnunum og teimum ungu, sum fáa hjálpina, og at summi teirra nú taka lut í sjálvbodnum arbeiði í sínum egna landi, segði Rúna Sivertsen við Helga Abrahamsen, tá R7 ringdi til Liberia at frætta um vitjanina har. 

Takka Mariu og føroyingum fyri skúla

Written by runa on 15/04/2019. Posted in Tíðindi

Føroyska ferðalagið við 21 fólkum, sum herfyri vitjaði í Kenja,  fekk eina stórfingna móttøku á skúlanum hjá ABC Children`s Aid Kenya í fátækrabýlinginum Kariobangi í Nairobi. Tórður Mikkelsen, sum var við á ferðini skrivar: 

Hjálpin til skúlating ger mun

Written by runa on 04/08/2018. Posted in Tíðindi

 

Við skúlaársbyrjan í 2017 varð byrjað upp á eina verkætlan í Liberia, sum hevði til endamáls at hjálpa børnunum, sum fáa stuðul úr Føroyum gjøgnum Føroysku barnahjálpina, við skúlatingum.

Enn ein sólskinssøga

Written by runa on 27/05/2018. Posted in Tíðindi

Leygardagin, 26. mai 2018, fekk 25 ára gamli Joe Russ úr Liberia prógv sum bilmekanikari. Hann er enn eitt prógv um, at tað ger mun at stuðla børnum við skúlagongd

 

Úr fátækradømi til egið virki

Written by runa on 22/04/2018. Posted in Tíðindi

Søgan um Nuwoe er bara ein av mongu sólskinssøgunum um børn, sum fingu ein møguleika, tí at onkur í Føroyum vildi stuðla og tryggja teimum eina framtíð 

Hilda Viderø í Muffins

Written by runa on 10/02/2018. Posted in Tíðindi

Í ungdómssendingini Muffins hjá Lindini, sum var á skránni seinasta mikukvøld, tosaði Rani Hansen við Hildu Viderø.  Millum annað tosaðu tey um munin á møguleikunum hjá føroyskum ungdómi og hjá teimum ungu í tilafturskomnum londum. Eisini tosaðu tey um møguleikan at koma at vitja í londunum, sum Barnahjálpin stuðlar í. 

Á vitjan í Liberia

Written by runa on 05/09/2017. Posted in Tíðindi

 

Í apríl mánaða vóru Hilda Viderø og Andrea Niclasen á eftirlitsferð í Monrovia í Liberia. Undir vitjanini fingu tær vissu fyri, at peningurin frá Barnahjálpina veruliga hjálpir fátækum børnum, ungum og familjum í Liberia.

Á vitjan í Senegal

Written by runa on 19/08/2017. Posted in Tíðindi

Á páskum 2017 vóru Hilda Viderø og Andrea Niclasen á eftirlitsferð í Dakar í Senegal. Undir vitjanini fingu tær vissu fyri, at peningurin frá Barnahjálpina veruliga hjálpir fátækum børnum, ungum og familjum í Senegal

Nú er lætt at stuðla

Ring 90 56 05 og
tú hevur latið kr. 100
til Føroysku barnahjálpina

Tú kanst eisini stuðla við at nýta PayPal knøttin í bjálkanum omanfyri

Konta í Norðoya Sparikassa
9865-103.480.9